Lúka 25

Myndir frá framsýningini av leikum, heystið 2023

Myndir frá framsýningini av leikum, heystið 2023

Takk fyri lán av leikum og fyri søgurnar.
- og takk tit mongu, sum hava verið trúføst at fylgt við á heimasíðuni og gjørt viðmerkingar.

Tað ljóðaði møguliga møtumikið at fara undir at samla 24 søgur, men tað gekk gott.
Tað kundu verið skrivaðar fleiri søgur, sum t.d. um Davy Crokett bøkur, mánabók og kort, jolluna frá Olaf og Janus Johnson, heimagjørdar skoytur, postskrivstovu, flattaðar vøggur frá Viggo Johansen, porselens dukkurnar hjá Jórun og Mary og mangt, mangt annað, - men nú er nokk tíð at gevast.

Her eru fleiri myndir frá framsýningini.

Gleðilig Jól
Aftur til Jólakalendaran