Lúka 24
Bundna nissan frá Skræddar Debes – Gleðilig Jól

Tá eg sum ung arbeiddi í Havn fekk eg fleiri góðar vinkonur, ein teirra var Turid Thomasen f. Thomsen 1929-2003, hon var vanliga nevnd Bulle. Hon var eitt lívstykki, var altíð í góðum lag, og vit vóru vinkonur alt lívið.
Fyri umleið 85 árum síðani fekk Bulle hesa bundnu nissuna frá Hans Marius Debes 1888-1978, millum fólk var hann oftast nevndur Skræddar Debes, og mamma Bulle og Skræddarin Debes vóru vinfólk.
Bulle gav mær hesa nissuna, hon vildi fegin at eg skuldi arva hana, og helt fyri at møguliga eg ella onkur av mínum kundu fáa gleði av henni, og nú hevur sonur mín Jónálvur hana í varveislu. Skræddarin sum var frá Gjógv, var ommubeiggi mín. Omma mín var Petra Kristine Joensen 1872-1962, og kona Jóan Paula Joensen úr Húsinum 1871-1959, tey búsettust inni í Líðini í Kollafirði. Skræddarin Debus var ofta og vitjaði ommu og okkara stóru familju.
Í Føroyum kendu nógv Skræddar Debus, hann hevði m.a. verið Skræddari hjá Alexandrinu drotning, sum hann ognaði Bindibókina, sum hann gav út á fyrsta sinni í 1932. Drotningin stuðlaði honum í at savna mynstrini.
Skræddarin var eisini kendur fyri at duga sera væl at siga frá søgum, og ikki mynst fyri at senda jólaheilsaninar úr Keypmannahavn. Tað sat hvørt mansbarn og bíðaði eftir jólaheilsunum frá honum, hann var so hábarsligur og skemtingarsamur og takkaði fyri alt sum hann hevði fingið sendandi frá familju og vinum úr Føroyum til jóla, m.a. góðar kardumummukleynir, turran fisk, reyðsprøkur og ymiskt annað.
Aftur til nissuna, tað var bara gott at hon endaði í Kollafirði, tí nú kundu fleiri síggja nissuna á framsýningini, og nú mynd av henni og hoyra søguna um hana og Skræddar Debes.
Jóna Johannesen
Her eru leinkjur við og um Skræddar Debes:
Facebook
KVF
Bandsavn