Lúka 12

Pappírsdukkur

Pappírsdukkur

Minnist meg ikki keða keða meg sum barn. Hóast vit ikki høvdu nógvar leikur, so var tað altíð okkurt at finna uppá at spæla við, bæði út og inni.
Tá tað var inniveður teknaðu vit ofta, pappír áttu vit ikki nógv, men mamma endurnýtti alt pappír, sum kom í húsið, tá var ikki so nógvur innpakningur, sum tað er í dag.
Vit teknaðu við litblýantum á m.a. brúktar konvoluttar, te- og havragrýnspakkar.
Vit teknaðu haraftrat okkara egnu pappírsdukkur eftir teimum keyptu, og gjørdu klæðir til tær, hugflogið var gott, - men klædna sniðgevi bleiv eg hóast alt ikki.
Í dag er tað stuttligt, at mamma hevur goymt pappírsdukkurnar, sum nú eru komnar undan væðingini, so minnini kunnu leita aftur til góðar gamlar dagar, tá endurnýtslan var ein sjálvfylgja.

Marjun Jógvansdóttir
Aftur til Jólakalendaran