Lúka 13

Vognurin hjá Anniku

Vognurin hjá Anniku

Hendan vognin fekk Annika, tá hon var so stór, at hon dugdi at ganga. Hann hevur verið okkum til nógva gleði bæði so og so. Slitið sæst væl á honum. Børnini í familjuni spæla við hann enn.
Seinna myndin vísir, hvussu væl mamma dugdi at finna uppá. Hvørt ár í januar gjørdi hon pinnaísar til okkara, so vit kundu fáa ís at feira, at sólin kom undan aftur skarðinum um hálvan januar. Hon brúkti hasar avlangu kubbarnar at gera ísformarnar við, pakkaði stanniol uttan um teir og setti teir niður í ein fýrkantaðan kassa. Um teir stóðu heilt tætt saman, fóru teir ikki av lagi. Okkum var álagt ikki at blaka íspinnar burtur, tá vit fingu ís, tí teir skuldu brúkast til hesar heimagjørdu 😋
Seinni komu bóltísarnir frá Frisko, so tá fóru vit at samla teir - tá ótu vit kanska oftari ís eisini 😊

Systkini við Sjógv 50
Aftur til Jólakalendaran