Lúka 1

Stóradukka

Stóradukka

Stórudukku fekk eg frá Deufastur, tá hon kom aftur úr Danmark í 1961.
Hon hevði verið á húsarhaldsskúla í Halslev.
Tað var fyrstu ferð, at vit sóu dukku av vinyli og so var hon so stór eisini.
Men vakri blái kjólin, sum hon var í, var so tunnur, at mamma heklaði henni ein heitari bláan kjóla. Og hann hevur hon enn.
Vit búðu á Mykineshólmi tá og á einu myndini eru Kristina og eg farnar telttúr við dukkuni í góðveðrinum. Onkrar smærri dukkur sluppu eisini við.
Stóradukka flutti við okkum til Kollafjarðar í 1963. Sama ár var Marjun fødd.
Á næstu myndini spæla Marjun og Kristina í køkinum í Líðini. Tá giftu tær Stórudukku við Bamsuni. Tað sær út til at hava verið eitt gott brúdleyp.
Nú býr 62 ára gamla Stóradukka í Barknabø. Hon hevur tað gott og tað er so eigasørt, at elli sæst á henni, bert nakað blind í øðrum eyganum.

Malan Jógvansdóttir Thomsen
Aftur til Jólakalendaran