Lúka 2

Gula kurvin og koppastellið

Gula kurvin og koppastellið

Eg havi serlig minnir um tvær leikur á framsýningini, sum eru vunnar á eydnuhjóli í Kirkjubø.
Eydnuhjól var í Kirkjubø til frama fyri Ólavskirkjuna, sum bleiv endurvígd 3. sept. 1967 eftir stórar umvælingar. Oyggjarvegurin var samanbundin, og vit fóru við lítlum bussi (rugbreyði) hjá Torleif Geyta. Oyggjarvegurin varð samanbundin í juli 1966, og eydnuhjólið var stutt eftir, at Oyggjarvegurin varð latin upp.
Vit eru nokk farin til Kirkjubøar, tí at bóndakonan á garðinum var skyldkona mammu av Húsum.
Vit vunnu koppastell og hesa gulu kurvina, sum vit spældu við sum børn, og sum børnini spæla við enn. Og tá vit spældu við koppastellið, plagdi mamma at baka okkum og seinni børnum okkara lítlar pannukøkur.

Anna Rúna Jakobsen
Aftur til Jólakalendaran