Lúka 1

Trekkibonkurin

Trekkibonkurin

Trekkibonkurin

Jógvan Christiansen (1921-2017) , er skrivað 9/9-1995:
Kristian Hansen (á Rætt) við Gjógv, føddur í 1808, lærdi til jarnsmíð hjá abba sínum, Jákup Poulsen, við Gjónna, føddur í 1758. Jákup Poulsen var tá avtakandi á Miðgerði í Kollafirði.

Tá ið Kristian á Rætt kom aftur til Gjáar, hevði hann hendan trekkibonkin við sær. Trekkibonkurin hevur síðani tá verið á Rætt við Gjógv til eg, Jógvan Christiansen, langabbasonur Kristian á Rætt, fyri nøkrum árum síðani tók hann við mær aftur til Kollafjarðar.

Tá eg var smádrongur, var trekkibonkurin í brúkiligumstandi. Sum tað sæst, hava vit verið nakað harðligir við hann. Eisini eru boltar og naglar, sum hildu skrúðigreiðunum rustaðir burtur, so at tær duttu sundur og eru sløddar burtur.

Tað sum eg haldi vera tað mest áhugaverda við trekkinbonkinum er tað, sum hann er gjørdur av. Bonkurin sjálvur er eyðsæð gjørdur úr tilfari av einum gomlum skipi – møguliga einum skipsvraki. Endarnir eru gjørdir úr rekaviði.

Mynd niðanfyri gjáarmunnan, árstal ókent:
Jens Vilhelm Danielsen (1941-), Meinhard Jacobsen (1917-2006), Janus Jensen við Gjónna (Sørvági)(1893- 1963), Jákup Jacobsen á Miðgerði (1879-1962), Hjørdis Petersen (1938-), Kristina (1896-1973) og maður hennara Alexander. Kristina var systir Janus við Gjónna.

Mynd á garðinum niðanfyri gjónna í 1957:
Jógvan Christiansen, Óli Andreas Christiansen, Ludvíg (Luddi) Djurhuus, Viggo Johansen og Poula Christiansen

Gomul mynd av húsinum Við Gjónna

Aftur til Jólakalendaran