Landsins longsta bygd

Kollafjørður

Kollafjørður verður ofta róptur landsins longsta bygd. Av Signabø og norður í Sund eru 8,5 km. Tá er Kollfjarðardalur av Hólmanum og fram á Hvilvt ikki íroknaður. Hetta strekkið er 3 km. Fjørðurin sjálvur, sum bygdin ber navnið eftir, er 4,5 km innan av Hólma og út á Kjalnestanga.
Kollafjørður er 51 merkur, sum svarar til 38 km2. Tær 50 merkurnar eru landsjørð, meðan bert tann eina er ogn. Hagin ber umleið 1500 seyðir. Bert tveir av bóndagørðunum hava mjólkneyt – eini 80 mjólkneyt tilsamans – á Oyrareingjum og frammi í Dal.

981 fólk búðu í Kollafirði í apríl 2019.

Ein søgn sigur, at fyrsti maður, sum búsettist í Kollafirði, var Kolli, bygdin var síðani uppkallað eftir honum. Ein onnur søgn vil vera við, at bygdin hevur fingið navn eftir kollutu fjøllunum kring fjørðin.

Kollafjørður er annars gamalt norrønt navn, sum finst bæði í Noreg, Hetlandi og Íslandi.

Hvussu gomul bygdin er, veit eingin at siga við vissu, men bygdin er nevnd í Hundabrævinum frá umleið 1400.

Úr jarðarbókunum, sum byrja í 1584 vita vit, at bóndagarðarnir hava ligið spjaddir kring fjørðin, og tað vóru teir, sum myndaðu býlingarnar og ta gomlu bygdina. Tá fólkatalið tók at vaksa nakað eftir 1800, fluttu fólk av gørðunum og settu seg niður á traðir millum gomlu býlingarnar.

Landafrøði og náttúra

Bygdin liggur øll í Miðfláunum við eyðkendum miðfláarlandslagi, væl vallað við ongum homrum. Einar 100 m yvir sjóvarmálanum er fyrsti hamarin í Ovastu fláunum, og haðani skiftast hamrar og hjallar upp á hægstu fjøll, Skæling og Árnadalstind, sum eru ávikavist 763 og 717 m høg.

Streymoyarsyllin sæst bróta seg upp gjøgnum Stall uppi yvir Hundsarabotni. Stabbarnir síggjast týðiligir yvir grótbrotinum, og á Heygsregnunum liggur syllin ber, og tú kanst ganga oman á eyðkendu stabbunum. Syllin er burturmáað í Skælningskarði, men sæst aftur, har hon gongur upp í Sátuna.

Kollfjarðardalur er eyðkendur ísbrýndur dalur. Gjøgnum dalin rennur Dalá av Hvilvt, har dalurin er hægstur. Frammi á Hvilvt og har um leiðir vóru góðir torvheiðar. Á Oyrareingjum, har áin er komin oman á slætt, snýr hon seg í eyðkendar áarbugar, til hon stundum sker av smáar oyggjar, sum liggja sum hólmar í ánni. Haðani kemur staðarnavni á Hólma, har áin rennur á sjógv innast í Kollafirði.

Av Hvilvt rennur Dalá frameftir í tey bæði Mjáuvøtnini- niðara og fremra, sum eru ísbrýndar lægdir eins og Breiðavatn, har áin rennur úr Mjáuvøtnunum.

Við Sjógv rennur Sjóvará framman úr Botni oman við Dylluni. Innan fyri ánna í “Norðríki” eru morenuheyggjar, sum nú lutvíst eru slættaðir í sambandi við uppdyrking.

Somuleiðis vóru morenuheyggjar í Útibø uttan fyri Kirkjuánna. Teir eru burtur nú. Tá bygdarvegurin var gjørdur, varð eyrur tikin úr heyggjunum til vegin, og restin var grivin burtur, tá fólk fóru at byggja í Útibø.

Tveir djúpir hyljar, sokallaði “Heljareygu” eru. Annar er í Kirkjuánni, har Sjóvarfossur stoytir seg út av hamrinum og niður í Deyvhyl, sum hesir hyljar verða kallaðir. Hin er í Miðgerðaá undir Miðgerðafossi. Grótið, sum áin ber við sær, hevur máað hesar hyljar, sum munnu vera um 3 m djúpir.

Søga

Fransatofir

Fleiri staðni kann vísast á toftir í haganum, har fólk fóru at fjala seg fyri sjórænarum. Hesar toftir verða róptar “fransatoftir”.

Fornminni

Kommunan hevur latið eini gomul hús á Todnesi seta í uppruna stand, sum dømi um gamlan byggihátt. Hesi húsini eru friðað eins og Kirkjan og Tinggarðurin.

Fornminnisfelag er í bygdini, og heldur felagið til í gamla skúla við Sjógv.

Býlingar

Gomlu býlingarnir eru roknaðir sunnanífrá: á Signabø, á Oyrareingjum, á Heyggi, við Sjógv, í Homrum, á Todnesi, á Miðgerði og á Kjalnesi.

Tilsamans er 11 festi í bygdini: við Sjógv, í Homrum og á Miðgerði eru tvey festi, í hinum býlingunum er eitt festi í hvørjum.

Við Sjógv og á Signabø eru festini 6 merkur, á Todnesi 5 merkur, harav tann eina er ogn. Hini festini eru øll 4 merkur.

Fyrst í 1830 árunum fluttu fólk norður í Sund, sum býlingurin norðan fyri Kjalnestanga eitur. Síðani er so at siga samanbygt millum allar hinar gomlu býlingarnar.

Prestagarður

Frá 1657 til 1937 lá Kjalnesgarður til prestaembætið í Norðurstreymoy, og í gamlari tíð hava prestar stundum búð á garðinum. Annars hevði prestur uppsitarar, sum røktu garðin.

Búnaðardepil

Heygsgarður var í 1852 tikin til doktaragarð. Síðani hava uppsitarar sitið á garðinum, til garðurin í 1980-unum varð tikin til Royndarstøð.

januar 2009 vóru Búnaðarstovan og Royndarstøðin løgd saman til ein stovn – Búnaðardepilin. Búnaðarstovan fyrisitur alla almenna jørð, sum ikki er fyrisitin av ella skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni. Umframt omanfyri nevndu uppgávur røkjur stovnurin hartil allar tær uppgávur, sum Royndarstøðin røkti, eitt nú neytaeftirlit, ísáðing, fóður- og moldroyndir við ráðgeving, royndarvirksemið, skeiðvirksemið o.a.
Við Gjónna

Í 1815 flutti bóndin í Uppistovu á Miðgerði fram á Gjógv at búgva. Síðani hevur hetta verið einbýli til fyrst í 1960 árunum, tá seinastu búfólkini fluttu oman aftur til Kollafjarðar. Betri banki eigur húsini, í løtuni verða tey brúkt til matstovuna Koks.

Tingstaður

Við Sjógv var tingstaður fyri Norðstreymoy. Í sambandi við tingstaðin var gálgi í fjøruni úti í Homrum. Tann, sum var dømdur at heingjast, kundi bjarga lívinum, um hann megnaði at renna undan løgrættumonnunum inn á Halgannastein og klíva upp á steinin uttan at verða fangaður. Halgannasteinur er stórur steinur í fjøruni innan fyri bátahylin við Sjógv.

Kvæðayrking

Við Sjógv endurføddist gamla kvæðayrkingin við feðgunum Jens Chr. Djurhuus og Jens Hendrik Djurhuus, kendir sum Sjóvarbøndurnir. Yngri Sjóvarbóndin bygdi Tinggarðin, elsti parturin er frá 1844. Tinggarðurin er gomlu flagtaktu húsini oman fyri kirkjuna. Gamli Sjóvargarður stóð longri niðri, heiman fyri núverandi handilin “hjá Børga” – oman móti sjónum.