Lúka 20

Action maðurin

Action maðurin

Tá eg var barn vóru ikki so nógvar stevnur og tiltøk, sum tað eru nú. Men ein stevna var, sum vit gleddu okkum so ómetaliga nógv til, tað var hana tey kallaðu fyri Leynavatnstevna, í samband við árligu kappríðingina við Leynarvatn. Sjálv kappríðingin segði mær ikki so nógv, nokk tí eg kendi ongan hest ella reiðmann.
Tað eina summarið, tá eg var umleið 7 ár, fóru Emil og eg fram á Leynavatn, mamma koyrdi okkum fram, veðrið var gott og har var nógv fólk og nógvir bilar. Mamma kom við eina løtu, tí har vóru umframt kappríðing eisini aðrar kappingar. Hettar árið var kapping í posarenning og togtogan millum konur úr Kvívík og Kollafirði. Minnist meg rætt, so vunnu konurnar úr Kollafirði togtoganina, Olla var á endanum.
Eg hevði umleið 50 kr við mær, pengar sum eg hevði goymt frá føðingardegi mínum, sum var í mars.
Á Leynavatnstevnuni skipaðu skótarnir fyri, har kundi man keypa kaffi, pannukøkur, sunnkist og pylsur við bolladeiggi, sum man sjálvur kundi hita yvir báli, tað skuldi tol til. Haraftrat høvdu tey eisini tombola og 21 spæl. Mær dámdi væl 21 spæl, (tað var sum við Gekkinum í dag) tordi man at satsa? um man fær 17 ella 18, við lúku 1 og 2, ella letur tað 3. lúkuna upp og missir alt, ella fær ein størri vinning. Líka mikið, eg satsaði og fekk 20 og mín fyrsta Action mann.
Synirnir hava eisini spælt við hann, men hann var ikki teirra favoritt Action maður, men eg havi tó altíð ansa væl eftir honum, eitt stuttligt minni at eiga.

Jónálvur Johannesen
Aftur til Jólakalendaran