Lúka 21

Tvey ymisk dukkuhús

Tvey ymisk dukkuhús

Her eru tvey sera ymisk dukkuhús, men hóast ymiskleikan, so hava børnini spælt nógv við tey, og verið glað fyri tey.

Dukkuhúsið sum er gjørt av tveimum appelsinkassum.

Tá vit búðu í Mykineshólmi frá 1955 til 1963, var ikki lætt at fáa fatur í timburi og tí var sjálvsagt alt endurnýtt.
Tá eg so ynskti mær eitt dukkuhús, gjørdi babba mær tað av tveimum appelsinkassum, sum hann fekk frá handilsmanninum heimi í bygdini. Á stemplinum á kassunum sæst, at teir komu úr Valencia í Spania.
Vit tapiseraðu rúmini við restum og eg var sera glað fyri dukkuhúsið og spældi nógv við tað og smáar dukkur.
Eftir at dukkuhúsið hevur verið brúkt til skógvahyll í mong ár, er tað aftur komið til heiður og aðru, nú sum bókahyll.

Malan J. Thomsen


Gula dukkuhúsið.

Dukkuhúsið bleiv keypt á Jólasølu hjá Heimavirkisfelsgnum í høllini á Hálsi fyri 27 árum síðani, til dóttrina Elin Mariu sum tá var 4 ára gomul.
Tá vit bóru eygað við dukkuhúsið, sum Esmar Olsen hevði smíðað,vóru vit báðar seldar. Húsið var so fitt og snøgt bæði innan og uttan, og væl mála og tappisera. Serliga løgdu vit til merkis at køkurin og wc vóru heimagjørd við elementum, sum myndirnar vísa.
Dukkuhúsið er ein góð stutt flutt vøra, sum minnir um húsini hjá mostir míni Kalu og manninum Ludda, tað haldi eg vera so heimligt.
Vit kendu Esmar Olsen, hann var systkinabarn mammu, og sera fittur í hondunum. Synir hansara hava nokk arvað nakað av hansara hegni, teir eru listamenninir Olsen.
Tað er ikki spælt so nógv við dukkuhúsið seinastu árini, men tað er okkum ein gripur.

Hansina Brekkstein
Aftur til Jólakalendaran