Lúka 19

Orange litaði dukkuvognurin

Orange litaði dukkuvognurin

Tá eg var um 6 ára aldur fekk eg mín fyrsta dukkuvogn. Mamma hevði keypt hann í Gula Bókhandli í Havn, sum helt til í Steinatúni har Marjun Heimá er nú.
Eg var so ovfarin og stolt, dukkuvognurin var so sera smartur og hevði ein so flottan 60 ara orangelit, hann var ikki serliga robustur, men ordiliga lekkur.
Nógv er spælt við vognin og nógvir túrar eru trillaðir, nú sæst elli á honum, hann er blivin nakað skeivur, men hann tænir framvegis sínum endamáli og verður brúktur av teimum smæstu í familjuni.

Alfrida Petersen
Aftur til Jólakalendaran