Lúka 8

LÍTLIBEIGGI (Ingrid og Lillebror)

LÍTLIBEIGGI (Ingrid og Lillebror)

Tá vit búðu í Danmark í 60 unum og 70 unum, var ein sera vælumtókt barnasending í sjónvarpinum hjá DR, sum eitur Ingrid og Lillebror. Børn og vaksin sótu við andakt og hugdu eftir hesum sendingum, og soleiðis var eisini heima hjá okkum.
Tað var møguligt at keypa lillebror frá DR og tað gjørdu vit tíbetur.
Tað vóru bert vit, sum áttu lillebror í okkara grannalagi, so nógv børn flokkaðust heima hjá okkum at spæla dukku teatur, til tað brúktu børnini pappeskjur og høvdu møblar o.a. og hugflogi hevði ongin mørk. Lillebror er í sendingunum ein ógvuliga fittur, forvitin, hittenorðaður og sera raskur, og hann býr saman við Ingrid, sum er lærarinna.
Tað er møguleiki at síggja sendingarnar hjá dr, her er ein av leinkjunum;

Leinkja til Ingrid og Lillebror

Sigrid Witt
Aftur til Jólakalendaran