Lúka 23

At krógva klemmu og bílat apparati – “View-Master”

At krógva klemmu og bílat apparati – “View-Master”

Hjá ommu og abba á Lygnnesi var so sera hugnaligt og fjálgt at koma inn. Omma sat ofta við kolkomfýrin og bant. Har var ein mildur góður roykur av koli. Tá eg nú onkuntíð føli lukt av brendum koli ella timbri, leiðir hetta mínar tankar aftur til hugnaliga heimið á Lygnnesi.
Tá føðingardagar vóru hjá ommu og abba, spældu vit systkinabørn ofta krógva klemmu í lítlakamari.
Tað skuldi ikki so nógv til, fyri at vit skuldu spæla væl saman og hava tað stuttligt, ímyndi tykkum – ein klemma. Eg var yngstur av systkinabørnunum, so eg var væl nøgdur at sleppa at vera við.
Um eg var einsamallur og vitjaði á Lygnnesi, so dámdi mær væl, at seta meg í lítlakamar, at hyggja í bílat apparati, tað leiddi meg út á eina litaða 3D ævintýrferð. Har vóru myndir av djórum, sum eg ikki hevði sæð áður, umframt myndir úr Hollandi og Afriku.

Emil Petersen á Lygnnesi
Aftur til Jólakalendaran