Lúka 22

Pynti dukkurnar

Pynti dukkurnar

Eg fekk hesar dukkur tá eg var um 8-10 ára aldur.
Oda fastir keypti mær skotan tá hon hevði verið í Skotlandi og ferðast , eg var so glað fyri dukkuna, sjálvt um hon stóð fyri tað mesta til pynt , hon var ein fín dukka komin úr Skotlandi, sum var ræðuliga langt burtur. Men tá eg onkuntíð var einsamøll heima, plagdi eg sníkja meg at spæla við hana og hinar báðar fínu dukkurnar.
Hinar báðar dukkurnar fekk eg frá Ragnu fastir , hon bant og seymaði øll klæðini sum tær eru í. Eg var so glað fyri hesar dukkur , enn tann dag i dag eri eg glað fyri tær og síggji hvussu stórt handverk talan er um, øll klædini eru so gjøgnumførd, eg hugsi um allar tímarnar hon hevur brúkt uppá tey.
Minnist at Ragna fastir hevði sagt frá um hvørjum klæðum ommur vóru í fyrr í tíðini , so tá jólini komu var ein omma í pakkanum.

Nicolina Johansen
Aftur til Jólakalendaran