Lúka 15
Djór frá `Pre` vaskipulvuri
Djór frá `Pre` vaskipulvuri
Einaferð í 60'unum fekst eitt slag av vaskipulvuri, sum æt 'Pre'. Í hvørjum pakka var eitt djór av savannuni í Afrika. Minnist enn kensluna, hvørja ferð ein nýggjur pakki skuldi keypast: hvat man tað nú vera, vit fara at fáa? Minnast einki til, at vit sluppu at ognartaka nakað av djórunum. Vit áttu alt í felag, og tað var fínasta slag.
Vit fingu bæði fílar, giraffar, nashyrningar, leyvur, pantarar og apur - øll við ungum. Plastikkið moyrnar við árunum, so hesi bæði - ein pantari og ein apuungi - hava mist hvør sín lim, stakkaladýrini. Tey hava ikki øll ligið í sama stað, og vit funnu bara hesi. Men mamma sigur: "Vekk eru tey ikki, tí eg havi einki koyrt burtur!"
Systkini við Sjógv 50
Systkini við Sjógv 50