Lúka 14

Holabáturin

Holabáturin

Holabátin fekk eg frá pápa mínum í 1978, tá var eg 6 ára gamal.
Babba gjørdi bátin meðan hann var til skips. Babba sigldi tá í Grønlandi við Ocean Prawns, einum donskun rækjutrolara.
Dekan eg var glaður, at fáa babba heim og so fekk eg ein holabát eisini. Holabáturin var nýmálaður, luktaði av oljumáling og var fullur av tyggigummi, Stimorol og Dandy.
Eg havi havt nógvar góðar løtur í fjøruni Millum Bóla við holabátinum í tráðu, bæði saman við vinmonnunum og einsamallur.
Tá var eingin fjøru vegur ella neyst og so slett ikki nakað Pelagic. Kajøkið var inni í firði og sást ikki frá húsunum Millum Bóla, so økið er nógv broytt.
Minnist ta einu ferðina eg spældi við holabátinum og datt á sjógv fyri fyrstu ferð. Niðri í fjøruni var ein støð, hon var laða og ikki høg. Støðin var næstan altíð slýggjut og hál av taravøkstri. Eg stóð á støðni og spældi við bátinum í tráðu, var áhalsin og datt á sjógv, Sjálvandi bleyv eg vátur, kaldur og kløkkur, men eg kom upp aftur í øllum góðum og hugsaði, hatta var nú ikki so ringt.

Emil Petersen á Lygnnesi
Aftur til Jólakalendaran