Lúka 16

Kuffertið – vápnaskríni

Kuffertið – vápnaskríni

Fyrstu ferð eg var av landinum, var eg í Noregi saman við mammu. Hetta var á sumri í 1965, og eg var 9 ára gomul.
Vit leigaðu bil út til Sjóvar, og síðan fóru vit til Havnar við mjólkarbátinum. Har gistu vit eina nátt, og dagin eftir fóru vit umborð á ferðamannaskipið Heklu. Eg haldi, at vit gistu 2 nætur umborð.
Tá vit komu til Bergen, fóru vit umborð á Hurtigrutuna, eitt skip sum sigldi fram við norsku strondini. Vit sigldu til Florø, har mostir búði. Tað var mangt forvitnisligt at síggja á slíkari ferð. Ferðamannaskipið var “ógvuliga” stórt, og har vóru nógv ferðafólk við.
Í Noregi eru nógv trø, heilt oman í sjóvarmálan, og norðmenn tosa norskt.
Til hesa góðu ferð fekk eg eitt lítið kuffert. Tað var gott at hava við á ferð. Eg hevði papír og blýantar og onkra dukku, sum eg kundi stytta mær stundir við.
“Nú er kuffertið vápnaskrín. Tað hevur tað verið, síðan mitt í 80’unum. Í skríninum eru vápn frá trýssunum til nullini. Nakrir eru úr leikaskuffuni í bonkinum hjá mammu. Teir eru læntir norður til Oyrar, tí teir vóru so “góðir”. Onkur av teimum seinastu hevur sikti, og onkur annar hevur blinkað. Allir dreingirnir í familjuni hava spælt við revolvararnar, og tað hevði onki at siga, um tað var ein kjálkamua, ein trærevolvari ella ein keyptur við krúti. Við tíðini er tað besta farið av teimum flestu, men teir liggja væl í gamla vápnaskríninum, og teir eru enn góðir at spæla við hjá smádreingjunum.”

Súsanna Hammer
Aftur til Jólakalendaran