Lúka 5

Dukkan Eydna

Dukkan Eydna

Tá eg var 1,5 ár fekk eg dukkuna í jólagávu.
Maðurin sum eg fekk dukkuna frá átti eina gentu sum eitur Eydna og tí hevur dukka fingið hetta navnið.
Eg minnist ikki at eg havuð fingið hana tí eg var so lítil og stóð hon til pynt í fleiri ár. Tá eg bleiv stór nokk at spæla við hana fekk eg hana niður av hyllini og kundi spæla við hana.
Eg fekk ein dukkuvogn tá eg var uml 6 ár og eina dukkusong eisini. Dukkusongin var gjørd umborð á ”Kap Farvel ” , eitt stórt skip sum var í Grønlandi. Umborð bleiv ymiskt gjørt tá mennirnir høvdu frí og har bleiv eisini dukkusongin gjørd. Tá eg so tók ímóti pápa fekk eg dukkusongina. Tað var eg sera glað fyri tí nú kundi Eydna sleppa at sova ordiliga, mamma gjørdi seingjarklæðir og eisini fekk hon klæðir sum mamma gjørdi.
Tá eg var eitt sindur størri byrjaði eg at binda og sjálvandi var tað klæðir til Eydnu, hon skuldi jú verða fín, serliga sunnudagar.
Hon slapp eisini trillitúrar við mínum fína ljósabláa dukkuvogni.
Eydna slapp at ferðast við mær tá eg kom til Kollafjarðar at ferðast. Eisini slapp hon við til framsýningina í gamla skúla.
Eg havið varveitt dukkuna Eydnu og hon hevur fylgt mær frá eg var 1,5 ár og til hendan dag.

Vh ” mamma Eydnu ”
Aftur til Jólakalendaran