Lúka 6

Tann reyði traktorurin

Tann reyði traktorurin

Tað var tíðliga í desembur fyri 50 árum síðani, at mamma og er fóru inn til Børga at keypa. Vit høvdu ikki veri har leingi, tá eg rakti við ein stóran reyðan traktor við vogni uppi á ovastu hyll, langt langt har uppi. Eg síggi tað fyri mær enn, alt var so høgt tá. Sjálvandi vildi eg hava traktorin, men mamma segði at hann var alt ov dýrur. Traktorurin hvarv ikki úr mínum høvdi. Hvørja fer vit vóru og keyptu, hugdi eg uppá ovastu hyll við stórum eygum. So ein dagin, vit vóru hjá Børga var traktorurin burtur, onkur hevði keypt hann!!! Mamma, onkur hevur keypt traktorin rópti eg harmur. Nú var eg vísur í at eg ikki kundi fáa hann. Tíðin leið og jólini vóru í hondum. Eg hugsaði ikki longur um traktorin, hann var sum man sigur “avskrivaður”. So kom jólaaftan, tað var so leingi at bíða. Fyrst skuldu vit eta døgura ræstan fisk og speril. So aftur at bíða. Systrarnar settu jóla træðið upp og so fóru vit í kirkju. Komin úr kirkju ótu vit nátturða. Og endiliga fóru vit at pakka jóla gávur upp. Eg minnist ikki hvat eg fekk, men tá ongin gáva var eftir, fór babba út og kom aftur við tveimum risa stórum pakkum. Tá var frøði, tí har í var tann reyði traktorurin við vogni.
Babba helt tað vera gott, at traktorurin hevði vogn, tí so fór eg væl at duga at koyra traktor og bakka við vogni, tá eg einaferð bleiv vaksin.

Óli Andreas Christiansen
Aftur til Jólakalendaran