Lúka 4

Komfýrurin

Komfýrurin

Tá eg var smágenta, spældi eg mest við dreingir. Og mær dámdi best at spæla tað sum dreingir spældu. Eg spældi einamest við systkinabarnadreingirnar, men eisini við aðrar dreingir.
Av og á spældi eg eisini við gentur og ein av teimum var eisini systkinabarn og javnaldri mín. Pápi hennara var sjómaður og skipari á einum skipi. Teir landaðu ofta í Hirtshals ella Hanstholm og kanska aðrastaðni við. Einaferð, tá pápi hennara kom afuur av skipi, hevði hann keypt henni ein so fínan reyðan spælikomfýr úr plastikki. Har hoyrdu grýtur til og eisini vóru knøttar at skrúva. Eg helt at komfýrurin var soooo penur og eg var so sera øvundsjúk inn á systkinabarnið, tí at hon hevði fingið hendan komfýrin.

Eg júkaði mammu um at fáa ein sama slag komfýr. Mamma lurtaði ikki rættiliga eftir mær, tí hon visti sum var, at eg spældi sjáldan sovorðin "gentuspøl". Harafturat var komfýrurin keyptur í Danmark, so møguleikin fyri at fáa ein sovorðnan komfýr var ikki serliga stórur.
Eg hevði tí meir ella minni gloymt alt um komfýrin tá ein tíð var gingin. Men á jólum hetta sama árið, fekk eg ein komfýr í jólagávu.
Mamma hevði verið ein túr í handlinum hjá Petur Weyhe í Søldarfirði og har var hon komin fram á hendan komfýrin.
Komfýrurin var sjálvsagt pakkaður inn í jólapappír. Men tá pappírið varð tikið av, sást komfýrurin beinanvegin. Hann stóð á eini pappplátu og uttan um komfýrin var hart klárt plastikk, sum um komfýrurin stóð í eini ostaklokku. Í fyrstuni visti eg ikki um eg var glað fyri komfýrin ella ei, tí hetta var ikki tann komfýrurin, sum eg hevði ynskt mær. Komfýrurin var als ikki sama slag, sum tann hjá systkinabarninum, ikki líka stórur og ikki líka litfagur. Men tað skuldi vísa seg at eg bleiv glað fyri komfýrin. Tí á hesum komfýrinum bar veruliga til at gera mat. Tað fylgdu tvær grýtur við og ein kasserolla. Ein grýta hevði eitt so pent og blankt, reytt lok. Eisini fylgdu sprittternigar við, sum vóru á stødd við ein sukurmola. Komfýrurin hevði ikki plátur, men hol. Niður í holini varð sett eitt "tríbein", sum formaði eina kurv og har í kundi tú leggja sprittið og seta eld á. Soleiðis kundi eg kóka havragreyt í lítlu grýtunum á komfýrinum.
Eg var sum sagt ikki serliga gentulig og spældu mest sovorðin rokalig spøl saman við dreingjunum. Men tá lítlasystir mín spældi "mamma og børn" saman við sínum vinkonum, og teirra dukkum, kundi eg viðhvørt vera við í spælinum. Mín leiklutur var at kóka døgurða og gera drekkamunn til systir mína og vinkonurnar.
Komfýrurin bleiv nógv brúktur í mínum barnaárum. Eg minnist meg hava verið og tikið epli upp og samla nógv everska smá epli, sum eg síðani koyrdi í hesar smáu grýturnar og kókaði á komfýrinum.
Seinni hava børn hjá systrunum eisini brúkt komfýrin, síðani míni egnu børn og nú hevur ommusonurin eisini havt gleði av honum. Tað er hann, sum saman við mammu síni, hevur kókað smáu vættrunum greyt. At kóka greyt til vættrarnar, á lítla komfýrinum er meir og minni blivið ein siðvenja hjá okkum.

Birna Mikkelsen
Aftur til Jólakalendaran