Lúka 7

Dukkan í Føroyskum klæðum

Dukkan í Føroyskum klæðum

Søgan um dukkuna í Føroyskum klæðum
Dukkuna fekk eg í 1959 frá Jarlgrím svági, tá var eg 7 ára gomul.
Føroysku klæðini sum dukkan er í, havi eg gjørt tá eg var uml. 11 – 12 ára gomul í hondarbeiði í skúlanum hjá Mariu Johannesen (konu Dana).
Troyggjuna havi eg sjálv bundi.
Turri- og fyriklæði er gjørt av restum av einum køksgardinum, sum eg tíverri kom at seta eld í eini jólaftan við einum stearinljósið. Sistir mín hevði brodera køksgardinurnar.
Skjúrti er gjørt úr einari mannfólka húgvu til føroysk klæðir.
Húgvuna fann eg á eini Ólavsøku í Grím Kambansgøtu, har sistir míni búði. Minnist meg rætt, so var hetta fyrst í 60-unum.
Húgvan var full av spýggju, ongin saknaðist hesa húgvu, og tí bleiv hon væl vaska og sprett upp og síðani brúkt til at seyma skjúrti til dukkuna.

Elvira Poulsen
Aftur til Jólakalendaran