Lúka 17

Dukkan, sum kundi ganga

Dukkan, sum kundi ganga

Tá eg var eini 5 ára gomul, fekk eg eina dukku frá pápa mínum, tá hann kom aftur av skipi. Teir høvdu roynt undir New Foundlandi, og í Harbour Grace hevði hann keypt okkum systrum stórar dukkur, sum kundu ganga. Dukkurnar vóru 80 cm til hæddar, og helt eg í aðrari hondini, so kundu vit fara til gongu báðar. Her er mynd av mínari dukku. Sum tit síggja, er hon vøkur enn, hóast hon er farin um tey 55 árini, men í mínum barnaárum var lítið spælt við hana. Vit gingu ein túr av og á, men annars hekk hon mest á stovubróstinum til pynt.

Magna Hammer
Aftur til Jólakalendaran