Lúka 18
Søgan um byrsurnar
Søgan um byrsurnar
Í 1980 fekk eg tað hugskot, at børnini skuldu fáa heimagjørdar jólagavur. Dánjal, ið var 5 ár, fekk eina byrsu gjørda av træ (dublet), Kirstin, ið var 4 ár, fekk eina vøggu við gangarum undir og Jógvan Sofus, ið var 3 ár, fekk eina salongriflu, eisini gjørda av træ.
Hetta vóru leikur, ið børnini vóru glað fyri. Børnini í grannalagnum vildu altíð sleppa at læna byrsuna frá Dánjali. Tað mundi helst koma av tí, at byrsan og salongriflan vóru gjørdar í fullari stødd, og tí sóðu rættiliga ektaðar út.
Ein dagin kom ein maður og bankaði uppá hurðina heima hjá okkum. Hann spurdi, um vit vóru klár yvir, at Dánjal gekk og mól við byrsu. Ein annar maður ringdi heim til okkara og segði, at vit máttu ansa eftir, tí drongurin gekk og mól við byrsu. Vit máttu so forklára, ið báðum førum, at hetta varð ein træbyrsa, og so endaði alt í einum látri.
Karstin við Tróndará