Lúka 3
Vøggan og grátidukkan
Vøggan og grátidukkan
Tá eg var smágenta fekk eg hesa vøgguna í jólagávu.
Babba hevði smíðað hana, og mamma hevði seymað seingjarklæðini til vøgguna. Vøggan hevur gangara, so hon vaggar. Seingjarklæðini blivu seymað úr avlopi av seingjarklæðum. Í koddanum og dýnuni er ull. Dukkuna, sum liggur í vøgguni, fekk eg nøkur ár seinni frá gubba mínum. Tað er ein grátidukka. Tá suttan verður tikin úr munninum á dukkuni, so grætur hon.
Eg fór væl við bæði vøgguni og dukkuni og dámdi ikki, um onnur ikki gjørdu tað sama.
Ein drongur, sum plagdi at koma inn til okkum, fór oftani beina kós inn í kamarið hjá mær og hálaði suttuna úr munninum á dukkuni, men tað dámdi mær ikki, tí eg var so sár um hana.
Eg var, og eri framvegis so glað fyri bæði vøgguna og dukkuna.
Kirstin Ferjá Hansen